Fleiri og fleiri ynskja at nema sær hægri útbúgvingar, uttan at noyðast at flyta av landinum. Hetta er greitt, nú metstórt tal av lesandi byrja á Hægri Námi á Glasi.

Hægri Nám á Glasi hevur veruliga merkt økta áhugan fyri at útbúgva seg í Føroyum. Talið av hægri útbúgvingum er økt so við og við seinnu árini, og nú talið á fulltíðarlesandi á Hægri Námi á Glasi er farið upp um tey 100, gerst størri grundarlag fyri nýggjum útbúgvingum.

Í gjár, hósdagin 26. august, var fyrsti undirvísingardagur í nýggja lestrarárinum á Hægri Námi á Glasi. Í reyða bygninginum – fyrr Føroya Handilsskúla – á Glasi í Marknagili savnaðust tey yvir 100, sum nú eru fulltíðarlesandi á Hægri Námi á Glasi. Hetta er fyrstu ferð, at talið er farið upp um tey 100. Helmingurin av teimum, um 60 í tali, byrjaðu í gjár. Hesi eru innskrivað á útbúgvingarnar Marknaðarførslubúskap, Framleiðslutøkni og Innovatión. Frammanundan eru lesandi innskrivað á Tænastubúskap, Fíggjarbúskap og Byggifrøði.

Innovatión og Byggifrøði eru sonenvdar professiónsbachelorútbúgvingar. Hesar taka trý ár sum fulltíðarlestur. Marknaðarførslubúskapur, Tænastubúskapur, Fíggjarbúskapur og Framleiðslutøkni eru styttri hægri útbúgvingar, svarandi til tvey-ára fulltíðarlestur.

Umframt hesar útbúgvingar, hevur Hægri Nám á Glasi eisini Akademiútbúgvingina, HD og Diplomútbúgving í leiðslu. Hesar eru skipaðar sum parttíðarplestur, so arbeiðslívið kann sameinast við hægri útbúgving. Stakar lærugreinar á hægri stigi og ein røð av førleikamennandi skeiðum innan ymsar vinnugreinar, fyrisiting og almenna tænastu verða eisini boðin út umvegis Skeiðsdepilin (sd.fo), sum er partur av Hægri Námi á Glasi.