Næmingar úr 21a á Glasi eru júst farnir á sína fyrstu námsferð í samband við umfatandi Nordplus verkæltan “Norden for verden”

Nú Norðurlandadagur er, eru 8 næmingar úr 21a av Glasi við í eini Nordplus verkætlan, Norden for verden, sum er eitt samstarv millum 4 miðnámsskúlar úr Danmark, Noregi, Svøriki og Føroyum.

Hesa vikuna eru tey á Gladsaxe Gymnasium í Danmark, har evnið er orka, sambært heimsmáli 7 um burðardygga orku. Í hesum sambandi eru næmingarnir settir saman í blandaðir bólkar, har tey lýsa evni, og eisini eru áhugaverdar útferðir, m.a. til Christiania og Amager Bakke.

Fyrsta dagin varð verkætlanin skotin í gongd úti á Gladsaxe Gymnasium við felagsaktivitetum, samrøðum, framløgum úr teimum ymisku londunum, og næmingarnir vórðu býttir í bólkar at arbeiða við heimsmáli 7: burðardygg orka.

Vit fara at fylgja teirra arbeiði við heimsmálunum og samstarvinum við hinar flokkarnar úr Noreg, Svøríki og Føroyum.

Góðan túr og góðan arbeiðshug