Á tíðindafundi í dag gjørdu løgmaður, landslæknin og fútin greitt, at smittustøðan í løtuni er álvarsom. Tamarhald ikki er á støðuni, og vit mugu øll somul taka ábyrgd og fylgja nýggju tilmælunum.

Tilmælini, landsins myndugleikar hava kunngjørt, er í stuttum hesi:

  • Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett
  • Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar
  • Skúlar og dagstovnar, har smittan ger um seg, eiga at lata aftur. Ráðgevandi nevndin innan skúla- og dagstovnaøkið tekur saman við Landslæknanum støðu í hvørjum einstøkum føri
  • Frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum eigur at steðga, har smittan ger um seg
  • Náttarlívið eigur at lata aftur. Hetta er tó ikki galdandi fyri matstovur
  • Øll eiga framvegis at kanna seg annan dagin eftir komu

STØÐAN Á GLASI

Her á Glasi eru tveir nýggir tilburðir staðfestir seinasta samdøgrið, so talið av smittaðum í løtuni er sjey. Hetta smittutalið er lutfalsliga lágt, og vit halda tí fram við undirvísingarvirkseminum sum vant. Vit fylgja tó støðuni neyvt, eru í tøttum samskifti við myndugleikarnar um støðuna, og eru til reiðar at gera broytingar, um støðan broytist. Fyri at sleppa undan broytingum í virkseminum er neyðugt, at vit fylgja tilmælunum, eisini uttanfyri skúlatíð. Næstu tvær vikurnar skulu vit tí øll avmarka sosiala samveru og halda okkum frá størri tiltøkum, samkomum, náttarlívi og tílíkum. Tað er eisini alneyðugt, at vit halda leiðreglurnar, sum standa niðanfyri, tá vit eru á Glasi.

REINFØRI OG SMITTUFYRIBYRGING

Leiðslan á Glasi heitir á starvsfólk, næmingar og lærlingar, foreldur teirra og avvarandi annars um at vera serliga varin tvær tær næstu vikurnar. Vit skulu halda frástøðu, spritta væl og hava høgt reinføri – bæði hvør sær, í floksstovunum og á Glasi sum heild. Høgt reinføri er avgerandi fyri at basa smittuni. Tí skulu øll taka upp eftir sær og tryggja, at hølini, vit fara frá, eru ruddulig og klár hjá reingerðarfólkunum at gera rein. Hetta merkir m.a., at vit skulu:

  • spritta hendurnar væl, tá vit koma inn á skúlan, tá vit fara í flokshølini, og annars at spritta hendurnar javnan
  • bera allan borðbúnað – tallerkar, knívar og gaflar – upp á pláss
  • taka alt órudd og burturkast upp eftir okkum
  • seta stólar uppundir- ella uppá borðini í flokshølunum, tá vit fara úr hølunum
  • ikki nýta lyfturnar (elevatorarnar) óneyðugt. Tær eru einans til fólk við rørslutarni, og hetta skal virðast

SÓTTARHALD, KANNINGAR OG KOPPSETING

Landslæknin heitir á øll um at lata seg koppseta og fáa sær koronupass. Um starvsfólk, næmingur, lærlingur ella lesandi fær sjúkueyðkenni, skal hon ella hann halda seg heima og lata seg kanna fyri Corona.

Øll tey, sum ikki eru liðugt koppett og sum vita seg hava verið í sambandi við smittaðar persónar, verða heima og lata seg kanna. Uttan mun til kanningarúrslit skulu hesi vera heima í 10 dagar frá seinasta samband við smittaðan, og lata seg kanna 2., 4., 6. og 10. dag eftir seinasta samband við smittaðan.

Tey, sum hava fingið seinna prikið og tey, sum áður hava haft Covid-19, kunnu møta sum vant. Tó mælir landslæknin til, at koppsett, sum hava verið í sambandi við smittaðan persón, eru ansin næstu 10 dagarnar og lata seg kanna 4. og 6. dag eftir seinasta samband við smittaðan.

Um tit hava spurningar í hesum sambandi, so kunnu tit seta tykkum í samband við lestrarvegleiðingina.

Coronalinjan er aftur opin og svarar spurningum um øll viðurskifti viðvíkjandi smittu, sóttarhaldi, koppseting og líknandi. Coronalinjan hevur tlf. 304040 og svarar mánadag til hósdag frá kl. 10 til 15. Les meira um tilmæli, smittuhagtøl og ráðgeving her.