Hevur tú uppgivið at læra støddfrøði? Kennist tað, sum grundarlagið hjá tær er ov veikt? So er hetta skeiði júst nakað fyri teg, sum skal byrja á miðnámi. Endamálið við skeiðinum er at kveikja áhugan fyri støddfrøði hjá næmingum, sum hava uppgivið at læra støddfrøði.

Skeiðið er ætlað næmingum, sum byrja á miðnámi í summar. Tí svarar støðið til 9. flokk og markamótið til miðnám. Vit ásanna, at næmingar, sum velja hetta skeiðið, hava havt støddfrøði í 9 ár uttan at hava fangað støddfrøðina. Vit fara tí at undirvísa á ein umfevnandi og rannsakandi hátt, har næmingurin upplivir sjálvur at finna svarini og at fáa sjálvsálit innan støddfrøði.

Næmingarnir koma millum annað at arbeiða við:

Trigonometri: Sinus, Cosinus & Pythagoras
Prosentrokning
Líkningum

Skeiðið byrjar mánadagin 24. juli og endar mikudagin 2. august og undirvíst verður frá kl. 9.00 til 14.30 Tó er eingin undirvísing 28., 29. og 30. juli. Kostnaðurin er 2.800 kr.

Tekna teg til skeiðið talgilt á hesum leinki.

Skeiðið verður fyriskipað av Skeiðsdeplinum. Rokning verður send skeiðsluttakarum áðrenn skeiðið byrjar.