Sum hin fyrsti nakrantíð gjørdist Rune Olsen í dag studentur á Glasi. Rune, sum fær studentsprógv á náttúrubreytini, var til próvtøku í samfelagsfrøði. Lærari hansara, Kristian á Neystabø, segði, at hann og próvdómarin vóru púra samdir um, at Rune greiddi spurningin, hann fekk til próvtøkuna, avbera væl. Høvuðsevnið í spurningingum var samfelag og politikkur og serliga skiljilinjur í føroyskum politikki. Rune fekk eitt væl uppiborið 12-tal – ein góður endi á árunum, sum byrjaðu í Hoydølum og endaðu her á Glasi.

Sum siður hevur verið á Studentaskúlanum í Hoydølum vant Rune, sum ársins fyrsta pisa, føroyska flaggið á stong. Lotið varð líka lætt sum lagið á studentinum og familju og vinfólki hansara, tá Merkið varð vundið á stong. Um tað, at gerast fyrstu studentar at fáa húgvu á høvdið á Glasi í Marknagili segði Rune: “Leingi er tað, ið væl skal vera. Eg byrjaði í 2015, og nú fýra ár seinni fái eg loksins húgvuna. Mann kann siga, at eg havi time’að tað til, at eg skuldi gerast fyrsti studentur her. Eg eri í øllum førum glaður fyri, at eg fekk hetta árið í nýggja bygninginum við”.

Vit á Glasi ynskja Rune hjartaliga til lukku við húgvuni.