Í inngagninum til Miðnámsrit #25, frá juni 2022, skriva Olav Absalonsen og Tórður Johannesenarson, sum blaðstjórna:

“Royndir og upplivingar hjá lærarum liva ofta sum munnligar frásagnir millum starvsfelagar. Men onkuntíð verða søgur úr skúlastovuni festar á blað í endurminningum. Tað gjørdi Frank McCourt. Les brot úr bók hansara ‘Tis.

Síðan 2013 hava føroyskir næmingar kunnað tikið miðnámsprógv í autismuflokki. Teir hava sterkt bakland við áhugafelag, skúlaleiðslum og øðrum. Ein annar bólkur hevur tó ongan góðan, tí teir næmingarnir hava onga diagnosu og fáa spjaldrið ‘veikir’.

Sjáldan koma føroyskar lærubøkur út á miðnámi, men í fjør kom bókin Ítróttur og heilsa C. Lítil játtan er til skúlabøkur, men í mai 2022 bar til at týða til føroyskt við Microsoft Translate, og um fá ár kunnu vit helst gera nógv meiri føroyskt lærutilfar.

Í lærugreinini virkisbúskapi er kunningartøkni hent amboð, sum ger tað lætt at arbeiða bæði deduktivt og induktivt. Næmingar læra at brúka rokniark við skili, og føroyskt tilfar um veruligar fyritøkur er motiverandi.

Á hvørjum ári verður skipað fyri stuttsøgukapping á Glasi. Hetta eggjar næmingum til at menna hugflog og skapanarevni.

Richard Cantillon, sum livdi eitt ættarlið fyri Adam Smith, vísti á týdningin, sum entreprenørar hava í búskapinum. Nógv annað, sum hann kom við, er viðkomandi enn, eisini í undirvísing. Kanska var hann fyrsti veruligi búskaparfrøðingur.”

Les Miðnámsrit 25 her: Miðnámsrit 25

INNIHALDSYVIRLIT:

Lívið sum lærari – úr endurminningum Frank McCourt, Olav Absalonsen ……………………………………………. s. 3

Autismuflokkar gera, at fleiri fáa miðnámsprógv, Tórður Johannesarson ……………………………………………. s. 15

Veikir næmingar við ongari diagnosu eiga ongan góðan á miðnámi, Tórður Johannesarson …………………… s. 21

Her er lærubókin – nú manglar bara fakið! Svanna Hanusardóttir og Rúna Jakobsen ……………………………. s. 24

Føroyskt undirvísingarmál – eitt frambrot við Microsoft Translator, Tórður Johannesarson …………………. s. 27

Didaktikkur og kunningartøkni í virkisbúskapi, Mourits Joensen ………………………………………………………. s. 30

Árliga stuttsøgukappingin á Glasi, Sámal Soll ………………………………………………………………………………….. s. 37

Richard Cantillon – byrjanin til búskaparfrøði, Olav Absalonsen ……………………………………………………….. s. 41