TEMADAGAR UM 80-INI OG NORDIC MUSIC DAYS

Fríggjadagin 3. september var opið hús á Glasi frá kl. 14 til 16. Her var møguleiki hjá øllum at vitja tær mongu framsýningarnar og framførslurnar, sum spurdust burturúr arbeiðinum á temadøgunum um 1980-ini og verkstovunum á Nordic Music Days, sum hava verið á Glasi.

Rættiliga fitt av fólki var og vitjaði á Glasi hendan seinnapartin, og tað er ikki sørt, at smílini vuksu, tá ferð kom á tíðarmaskinuna og 80-árini vístu seg á so ymsar mátar – hár, móti, ting, lutir, spøl, eyðkenni, hendingar og politikkur, men eisini ítøkiligar endurgerir av ‘rønkuni’, Dallas, Club20, rullandu barrum, heimabryggi osfr. Øll fingu okkurt, og kanska minnini verða goymd í tundurkassa?

Framsýningar, sum kunnu standa frammi til 17. september,  eru skipaðar á ymsu hæddunum á Glasi, og framførslur vóru eisini í atrium og í øðrum rúmum.
Tiltakið endaði við einari serligari konsert kl. 16, har bæði tónleikarar og áhoyrarar gingu av Glasi oman í Musikkskúlan.

Videbrotið í 80-ara stíli hevur Gorm Just staðið fyri. Gorm undirvísir í miðlakunnleika á Glasi.