Nú stundar til stóra dagin, har lærlingar og næmingar fáa prógv. Hósdagin 24. juni verða tríggjar prógvhandanir á Glasi. Tær eru skipaðar í trimum, soleiðis at tríggir javntstórir bólkar eru inni á Glasi ávíkavist kl. 11, 13 og 15. Soleiðis slepst undan, at ov nógv fólk savnast her í einum. Tíðirnar og býtið verður soleiðis:

  • Kl. 11.00-12:30 Náttúrubreyt
  • Kl. 13.00-14:30 Hugbreyt og Fyrireikingarbreyt
  • Kl. 15.00-16:30 Yrkisnám, Búskaparbreyt, FHS og Serbreytin

Skráin fyri tær tríggjar prógvhandanirnar er hin sama. Fyrst er felagssangur; síðani flytir rektarin fram røðu, kórið syngir og síðani er sjálv prógvhandanin. Eftir handanina verður felagssangur, ein studentur flytir fram røðu og kórið syngir ein sang. Vit enda við tóðsanginum. Vit gleða okkum at síggja tykkum á Glasi hósdagin og heita á  tykkum um at fylgja tilmælum um frástøðu.

Aftur í ár skipa næmingar fyri Pisufundi, sum verður í Viðarlundini kl. 17.30. Vegna almennu tilmælini um korona er Pisufundurin í ár einans fyri pisurnar – tey, sum hava fingið prógv.

Gevið gætur: Farsóttarnevndin mælir til, at “skalt tú til eitt størri privat – ella alment tiltak, er tað skilagott, at tú letur teg kanna áðrenn tiltakið”.