Mentamálaráðið lýsir nú eftir rektara til Glasir.

Í lýsingini skrivar Mentamálaráðið m.a.:

“Hevur tú hugsjónir um skúlaskap, serliga við atliti at breiddini í miðnáms- útbúgvingum og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan økið, so ert tú leiðarin, sum vit leita eftir at føra Glasir víðari inn í framtíðina.Tú hevur nú møguleikan at bjóða teg fram til avbjóðandi leiðarastarv sum rektari á Glasi, ið hýsir bæði yrkisligum og gymnasialum miðnámsútbúgvingum, umframt hægri undirvísingarvirksemi.”

Starvslýsingin sæst niðanfyri. Evstamark at søkja er 10. november 2019.

Lýsingin er tøk sum PDF-skjal her.