Felags fyri fjølbroytta úrvalið av hægri útbúgvingum á Glasi er, at tær allar eru yrkis- og vinnurættaðar. Tú kanst lesa fulla tíð, lesa parttíð við síðuna av starvi tínum, ella taka stakar lærugreinar, sum betra tínar førleikar á ávísum økjum. Nú ber til at søkja inn á fleiri útbúgvingar og stakar lærugreinar á hægri námi á Glasi, sum byrja 1. februar.

Á akademiútbúgvingini (AÚ) og diplomútbúgvingini í leiðslu (DLÚ) byrjað nýggjar og spennandi lærugreinar 1. februar. Í baðum førum kanst tú taka stakar lærugreinar, sum eisini kunnu verða partur av fullari útbúgving. Tú kanst somuleiðis søkja inn á HD, har tríggjar lærugreinar verða boðin út. Ein nýggjur flokkur í byggifrøði (BF) byrjar í januar. Byggifrøði er ein sonevndur professiónsbachelor, sum tekur 3½ ár.

Umsóknarfreistin allar útbúgvingarnar er 10. februar á www.innskriving.glasir.fo.

HESAR LÆRUGREINAR VERÐA BOÐNAR ÚT Í FEBRUAR:

Akademiútbúgvingarnar:
–     Søla og marknaðarføring (SOM): Marknaðarkunning og -greining – mikukvøld kl. 18-21
–     Búskapur og tænasta (BOT): Vinnubúskapur – mikukvøld kl. 18-21:20
–     Leiðsla (L): Fyriskipan og starvssálarfrøði – týskvøld kl. 18-21:20
Diplomútbúgvingin í leiðslu: Fríggjadag kl. 14-17 og leygarmorgun kl. 09-14
–     Strategisk leiðsla – februar
–     Human Resource Management (HRM) og leiðsla – mars
–     Toymisleiðsla – apríl
–     Búskaparlig leiðsla – mai
–     Leiðsla við sosialum kapitali – juni
HD: Mánakvøld og mikukvøld kl. 16-19:20
–     Samfelagsbúskapur
–     Vinnulívsrættur
–     Fígging og íløgugreining
Byggifrøði: Fulltíðarútbúgving allar yrkadagar millum kl. 8:10 og 15:10

Afturat hesum útbúgvingunum verða fleiri áhugaverd skeið boðin út í vár, eitt nú í projektleiðslu og nýggjari lærugrein á fyrisitingarútbúgvingini. Skeiðini, innihald og tíðir verða kunngjød seinni.

Les meira um útbúgvingarnar her. Søk inn her.