Í hesi vikuni hava 6 húsasmiðir staðið sveinaroynd á timbur á Glasi.
Skipað varð fyri hugnaløtu á Glasi fríggjadagin 10. oktober, har nýklaktu sveinarnir fingu handað skúlaváttan fyri at hava staðið sveinaroynd sum húsasmiðir, og familja og starvsfelagar stukku framvið.
Teir, sum hava staðið sveinaroynd hesu ferð, eru frá vinstru á myndini:
- Bogi Bech Árting, Bogi Hermansen Sp/f
- David Guttesen, HVT Sp/f
- Hallur Nattestad, JJ Húsasmíð
- Joen Jacob Winther, Articon P/f
- Poul Arnfinnsson Matras, M.B. Overgaard Sp/f
- Torkil Nybo á Kletti, BE Smíð Sp/f
Niðanfyri eru myndir frá hugnaløtuni, og eisini tá ið Merkið varð vundið á stong í nógva vindinum fríggjadagn 10. oktober.