Hósdagin 15. mai fingu niðanfyri 6 húsasmiðir váttan fyri at hava staðið sveinaroynd.
Teir 6 eru frá vinstru á felagsmyndini omanfyri:
- Heini Berglíð
- Heini Hentze
- Ingi Poulsen
- Janus Brimnes
- Petur Fróðason
- Tijani Mohammed Yakubu
Sum siður er, so vant fyrsti sveinurin á degnum Merkið á stong. Hesa ferð var tað Heini Hentze, sum vant, við góðari hjálp frá nøkrum av floksfeløgum sínum.
Niðanfyri eru nakrar myndir, tá Merkið varð vundið á stong, og tá húsasmiðirnir fingu skúlaváttan.










