HÚSAVØRÐUR TIL FØROYA STØRSTU BYGGIVERKÆTLAN

21. apríl 2017

Glasir søkja eftir fólki við royndum í stýringum av hita- og elskipanum til byggiverkætlanina í Marknagili

Søkt verður eftir húsavørði til byggiverkætlanina, sum er í ger í Marknagili. Í byggitíðini verður uppgávan at taka lut í øðrum dagligum arbeiðið á Glasi, umframt at seta seg inn í teknisku skipanirnar og verða við í arbeiðinum at leggja tær inn

ARBEIÐIÐ Í BYGGITÍÐINI FEVNIR M.A. UM:

• Taka sær av handaligum uppgávum í byggitíðini, so sum at seta upp trygdarhegn og at halda byggiplássið ruddiligt og skipað í samstarvi við byggileiðsluna á staðnum.
• Seta seg inn í teknisku innleggingarnar í bygninginum – m.a. ventilatión, CTS, hitastýring, lásaskipan og eldávaringarskipan
Tá innflytingin byrjar, væntandi á vári 2018, og tá undirvísingarvirksemið verður flutt í nýggja bygningin, gerst viðkomandi partur av húsaumsitingini á Glasi. Her fevna uppgávurnar m.a. um:

• umvæling og røkt av teknisku innleggingunum
• umvæling og røkt av bygningunum á Glasi
• umvæling og røkt av størri undirvísingar amboðum á verkstøðunum, og royndarstovum, umframt smáamboðum v.m.
• taka lut í at fyrireika sveinaroyndir og aðrar próvtøkur
• røkt av uttanum økinum

UMSÓKN OG TREYTIR
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi tekniska útbúgving og minst fimm ára handverkligar royndir. Víðari útbúgving sum el-innleggjari, maskinmeistari, teknikari ella líknandi kann verða ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú ert fakliga forvitin, ert framtakshugað/ur, álítandi og arbeiðssom/samur.

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum viðkomandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn saman við viðkomandi prógvum o.ø, skal verða Glasi í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. mai 2017.

Umsóknir skulu sendast til:

starv@glasir.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Egon Øregaard, tekniskan leiðara (ego@glasir.fo, tlf. 73 80 50).