STARVSLÝSING: HÚSAVØRÐUR TIL FØROYA STØRSTA ÚTBÚGVINGARSTOVN

3. juli 2017

Glasir søkja eftir dugnaligum húsavørði, sum kann gerast partur av húsaumsitingartoyminum næsta árið.

UM STARVIРOG UPPGÁVURNAR

Bygningsumsitingin á Glasi søkir avloysara fyri húsavørð. Talan er um fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað fram til 1. august 2018. Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:

–        hava umsjón og røkt av bygningunum í Hoydølum
–        røkja økini uttan um bygningarnar
–        hava eftirlit við hita-, vatn- og elskipanum
–        hava ábyrgd av tøkniligum innleggingum
–        gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og onnur tiltøk

FØRLEIKAR

Umframt at duga at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva við bæði starvsfólk og næmingar skal tann, ið verður settur sum húsavørður:

–        duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
–        vera fyrikomandi og hava gott handalag
–        hava viðkomandi útbúgving og KT-førleikar á brúkarastigi

Tað er ynskiligt, at umsøkjarin hevur sveinabræv og viðkomandi starvsroyndir.

LØN OG TREYTIR

Setanarstaður er Glasir. Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 14. august 2017 ella skjótast til ber. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Handverkarafelag ella Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dorian Petersen, leiðandi skúlatænara, á dnp@glasir.fo ella tlf. 21 38 01.

UMSÓKN

Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til ego@glasir.fo í seinasta lagi mikudagin 2. august 2017.