Onki úrslit

    Søk inn á miðnám og yrkisnám

    Nú er gjørligt at søkja inn á gymnasialar útbúgvingar og yrkisútbúgvingar á Glasi. Sum nakað nýtt kann umsóknin avgreiðast gjøgnum Vangan hjá Undirvísingarstýrinum.

    Umsókn um Vangan krevur, at tú hevur talgilda Samleikan. Hevur tú onkursvegna ikki tað, ella hevur tú ikki føroyskt p-tal, ber til at taka umsóknarblað niður her og senda tað til Glasir antin sum bræv ella teldupost, sí okkara bústað niðast á hesi síðu.

    Freistin at søkja er 15. mars 2025.

    Vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum til at søkja

    Til ber at lesa um útbúgvingarmøguleikarnar á Glasi í útbúgvingarfaldaranum hjá okkum niðanfyri ella á heimasíðuni á teiginum útbúgvingar.

    Vælkomin á Glasir.

    Yvirlit

    Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.