Fríggjadagin 29. august var árligi ítróttadagurin á Glasi. Dagurin er fastur liður í byrjanini av skúlaárinum, har stuttleiki og samansjóðing er í hásætinum.

Klassar vórðu tillutaðir eitt land og høvdu klædd og prýtt seg út eftir hesum. Eisini borðhaldið eftir kappingarnar var merkt av tí landi, sum klassarnir vóru.

Kappast varð í ymiskum innan- og uttandura aktivitetum, ið kravdu samstarv, styrki og áhaldni. Flokkarnir 25u, 24v og 25n kláraðu seg best í kappingunum og gjørdust ávíkavíst nr. 1, 2 og 3.

Niðanfyri sæst eitt videobrot og myndi frá degnum, sum Lydia Frederiksberg hevur tikið.