Aftur í ár varð skipað fyri ítróttardegi á Glasi, har flestu av næmingum skúlans luttóku.
Tað vóru ítrottalærarar skúlans, ið hegnisliga høvdu fyriskipað dagin og eftir festligu og kreativu felagsupphitingina, ið ítróttarlærarin Eyðstein Simonsen stóð fyri, var klárt at byrja.
Kappast varð í seks ymiskum innan- og uttandura aktivitetum, ið kravdu gott samanspæl, kreativitet, áhaldni og styrki. Hvør flokkur fekk tillutað eitt land, ið skuldi eyðmerkja flokkin á ítottardegnum. Ein av síðstu uppgávunum á ítróttardegnum, var at fyreireika eina máltíð, boreiða og prýða eitt borð við rættum og tjóðareyðkennum fyri landið, sum flokkurin hevði fingið tillutað – og her kom hugflogið veruliga til sín rætt.
Dagurin eydnaðist avbera væl og bar brá av gleði, látri og samanhaldi. Sigast kann, at styrkin í góðum felagsskapi vísti seg frá síni bestu síðu.



















































