Pisurøða í Viðarlundini í Havn, 23-06-2023.Heini í Skorini

Tað er 6. apríl í 1945. Ein 22 ára gamal, ungur og vakur drongur situr í einum myrkum fongsulskliva í Keypmannahavn. Drongurin hevur júst fingið at vita, at nú er hansara seinasta stund komin. Tí nú skal hann avrættast. Skjótast.

Drongurin eitur Kim Malthe-Bruun, og hann hevur verið virkin í donsku mótstøðurørsluni, sum stríddist ímóti Hitler og Nazitýsklandi, eftir at Danmark varð álopið og hersett av týska herinum í apríl 1940. Mótstøðurørslan var ein rørsla av sjálvbodnum ofta ungum monnum og kvinnum, nøkur fá túsund fólk, sum fóru í hernað ímóti týska herinum undir Øðrum Veraldarbardaga. Fleiri av hesum vórðu tikin til fanga av týskum myndugleikum í Danmark, sett í fongsul, torturera og dripin. Kim Malthe-Bruun hevur luttikið í fleiri hernaðarligum álopum ímóti týskum herdeildum í Danmark. Men hann verður handtikin av týsku løgregluni, settur á ákærubonkin í einum krígsrætti í Keypmannahavn og hevur nú fingið sín endaliga deyðadóm. Bert 22 ára gamal, og bert ein mánaða áðrenn kríggið endar.

Men áðrenn hann fær eina kúlu fyri pannuna, sleppur hann at skriva eitt bræv, eina seinastu heilsan, og hann velur at skriva til mammu sína. Kim skrivar m.a. soleiðis:

”Kære Mor.

Jeg ved, at du er en stærk kvinde, og at du vil tage dette. Men hører du. Det er ikke nok, at du tager det, du skal også forstå det. Jeg er kun en lille ting, og min person vil meget snart være glemt. Men den idé, det liv, den inspiration, der fyldte mig, vil leve videre.”

”Jeg er kun en lille ting”, skrivar hesin 22 ára gamli drongurin uggandi til mammu sína, áðrenn hann verður leiddur út á eina grøna park á Østerbro, sum minnir um hendan grøna blettin, har vit standa nú.

Góðu pisur. Ein dag sum í dag er vónandi fjart frá tykkum at hugsa, at ”jeg er kun en lille ting”. Í dag eru tit stjørnurnar, tit eru hetjurnar, tit eru framtíðin. Tá eg fekk húgvuna fyri eftirhondini nógvum árum síðani, helt eg heldur ikki, at eg var nakað lítið menniskja. Nei, eg var høvuðspersónurin í mínum lívi, eins og tit eru høvuðspersónar í tykkara lívi. Heimurin lá fyri mínar føtur, eins og hann liggur fyri tykkara. Eg var í kontroll og helt, at onki kundi ganga galið.

Men sum árini eru gingin havi eg – sum so nógv onnur – á ymsan hátt funnið útav, at tað passar, sum Kim skrivar. Jeg ER kun en lille ting. Lívið kann nevniliga vera nógv størri, myrkari, skroypiligari og meiri ræðandi, enn eg gav mær far um fyri 20 árum síðani.

Summi tykkara vita longu alt ov væl, hvussu tað er at stríðast og hava ilt í sálini og kenna seg sum ”en lille ting”. Og onnur av tykkum hava enn til góðar at finna útav, hvat veruligur mótvindur er. Vit verða so ymiskt viðfarin av lagnuni, og lívið ER hamrandi órættvíst. Men eitt er púra vist, og tað er, at tey allar, allar flestu menniskjuni fyrr ella seinni uppliva mótgongd. Og mótgongdin kann koma í ymsum útgávum. Sjúka. Stúranir. Ótti. Skomm. Sorg. Ring samvitska. Ein tyngjandi fortíð. Kenslan av at vera miseydnað/ur. Og kenslan av, at onnur hava eitt nógv betri lív enn eg.

Jeg er kun en lille ting.

Í okkara grannalondum verður tosað nógv um, hví mongdin av sálarligum diagnosum er eksploderað, og hví nøgdin av ungum menniskjum við sálarsjúkum er fleirfaldað. Eg skal ikki gera meg klókan uppá hesa gongdina og hesi tølini, sum er eitt stórt og kompliserað fakligt kjak í sær sjálvum.

Men eg loyvi mær onkuntíð at hugsa, at vit liva í eini samtíð, sum hevur gloymt orðini hjá týska filosoffinum, Arthur Schopenhauer: ”At liva er eitt líða”. At hava tað ringt er ein integreraður og fullkomiliga natúrligur partur av lívinum.

Og jú betri amboð vit hava at ”flasha” okkara ytra lív, jú verri kann tað ganga í okkara innara lívi. Jú betri vit duga at marknaðarføra okkara perfekta lív á alskyns digitalum miðlapallum í eini sjálvupptiknari selfie-mentan, jú meiri órealistiskar kunnu okkara væntanir til lívið gerast.

Eg havi onkuntíð fyrr staðið her og prædika um týdningin av at hava stórar dreymar og glæsiligar visjónir. Tú skalt bara fylgja tínum dreymum og blíva júst tað, tú vilt. Og eitt samfelag hevur sanniliga brúk fyri undangongufólkum, sum hugsa stórt, flyta mørk og seta nýggj mál.

Men mítt erliga ynski fyri tykkum og okkum øll er, at vit eisini hava realistiskar – ikki bara stórar men realistiskar – hugsanir um framtíðina og lívið, sum bíðar. At vit ikki billa okkum inn, at man kann liva eitt lív uttan mótgongd og myrkar tíðir. Og at vit eru til reiðar, tá tilveran sparkar beinini undan okkum. At vit hava neyðugu rástyrkina og mótstøðuføri at lenda og reisa okkum aftur, tá vit uppliva, hvussu lítil og skroypilig vit kunnu vera.

“Jeg er kun en lille ting, og min person vil meget snart være glemt”, skrivar Kim Malthe-Bruun úr sínum fongsulskliva. Men hann steðgar ikki har. Hann skrivar víðari til mammu sína, at

”Den idé, det liv, den inspiration, der fyldte mig, vil leve videre. Du vil træffe den overalt, i træerne om foråret, i mennesker, du møder på din vej, i et kærligt lille smil.”

Kim tykist siga við mammu sína, at tað finst nakað, sum er størri og týdningarmiklari enn ein sjálvur. Fyri Kim og hansara mannligu og kvinnuligu kammeratar í donsku mótstøðurørsluni snúði tað seg um lív ella deyð, frælsi ella kúgan, demokrati ella einaræði. Tey ofraðu seg fyri ein størri felagsskap og eitt frítt samfelag, sum ein eirindaleysur fíggindi vildi týna.

Og eg seti mær sjálvum og tykkum spurningin: Finst nakað hægri enn eg sjálvur? Finst ein størri heild ella felagsskapur, sum eg og tú eru villig at ofra okkum fyri?

Hygg t.d. at føroyska og evropeiska kjakinum um Russland, sum nú hevur latið bumburnar regnað oman yvir børn og vaksin í Ukraine í hálvtannað ár við ræðuligum menniskjansligum avleiðingum. Vit vilja so fegin gera okkurt, signalera okkurt, men tað skal helst ikki kosta nøkrum nakað sum helst.

Vit menniskju, sum liva í 2023, eru ríkari, tryggari og frælsari enn nakrantíð fyrr í søguni hjá mannaættini. Tað er í sjálvum sær heilt fantastiskt, og tað er eftir mínum tykki hol í høvdið at romantisera fortíðina, tá fólk doyðu av tuberklum, hungur herjaði, skip gingu burtur í hópatali, og alt ov nógvar kvinnur doyðu í barsilssong. Men kanska merkir øll hendan vælferðin og ríkidømið og tryggleikin, at vit missa rástyrkina, tá kreppur raka. Vit missa hugin til at stríðast, um okkurt kann kosta mær og mínum.

Men kaga vit aftur í skilnaðarbrævið hjá Kim Malthe-Bruun, heitir hann á okkum um ikki at óttast mótgongdina og pínuna í lívinum:

”Kære Mor. Du føler en skæren i sindet, det er sorgen, siger man. Men se nu længere. Husk nu (…) at al smerte kan blive til lykke (…) Sandheden er, at efter smerte kommer dybde, og efter dybde kommer frugt.”

Eftir líðing kemur dýpd, og eftir dýpdina kemur fruktin. Tað verður av og á tosað um eina diagnosu, sum eitur PTSD, ein stytting fyri “post-traumatic stress disorder.” Tað er, tá tú hevur upplivað mótgongd og ógvusligar upplivingar, sum blíva við at plága. Og tað finst tíverri líðing, sum bara er oyðileggjandi og einki gott hevur við sær. Men ein góður vinmaður, ein sálarfrøðingur enntá, tosaði ein dagin um eitt annað hugtak, sum rópast PTG, ein stytting fyri “post-traumatic growth”. Tað er, tá vit vaksa og gerast sterkari og betri menniskju ígjøgnum mótgongd og líðing. “Efter smerte kommer dybde, og efter dybde kommer frugt.” Minst til tað, tá kreppan rakar, ella tú upplivir, at lívið ikki háttaði seg júst soleiðis, sum tú væntaði, tá tú stóð við húgvuni á høvdinum ein vakran summardag í plantasjuni í Havn.

Kim Malthe-Bruun endar sítt bræv við at nevna nøkur av teimum, sum hann elskar.

“Kære mor.

Jeg vil få lov til at vokse mig stor og moden, jeg vil leve videre hos jer, hvis hjerter jeg engang fyldte (…) Tiden er kort, jeg kan ikke rigtigt forklare det, men mit sind er fuldkommen roligt (…) Jørgen sidder her foran mig og skriver konfirmationsbrev til sin datter. Vi har levet sammen, og nu dør vi sammen, to kammerater (…) Endelig er der børnene, de har stået mig så nær i den sidste tid, og jeg havde glædet mig til at se dem og leve lidt sammen med dem igen. Jeg håber, at deres sind må trives frit og aldrig under ensidig påvirkning.”

Seinastu orðini hjá Kim snúgva seg um hansara nærmastu og um tær tøttu relatiónirnar í lívinum. Og júst týdningurin av góðum og tøttum sosialum sambondum við okkara medmenniskju er tann einfalda niðurstøðan í heimsins størstu og longstu granskingarverkætlan um lívsgóðsku, sum eitur Harvard Happiness Study. Verkætlanin byrjaði í USA í 1938, tá granskarar byrjaðu at fylgja lívinum hjá 238 heilt ungum monnum úr øllum samfelagsløgum. Síðani eru allir teirra eftirkomarar og makar eisini komin uppí hesa verkætlan, sum systematiskt – ár út og ár inn í 80 ár – hevur kannað lívsgóðskuna og heilsuna hjá yvir túsund fólkum ígjøgnum eitt heilt lív. Ikki bara við samrøðum, men við alskyns heilsukanningum, heilaskanningum o.s.fr. Og tá summir granskarar eru farnir á pensión, hava aðrir tikið við. Hendan verkætlan hevur dokumenterað, hvussu summi menniskju, sum høvdu eitt hart og trupult útgangsstøði í lívinum, kortini hava fótað sær og fingið eitt gott lív; men eisini hvussu onnur, sum vórðu fødd inn í góðar og priviligeraðar umstøður, hava havt eitt hart og trupult lív. Hvat er úrslitið? Hvat skapar eitt gott lív? Pengar? Status? Karriera? Arbeiði?

Niks. Tann týdningarmesti einstaki faktorurin, sum í longdini skapar mest eydnu, nøgdsemi og góða heilsu, eru tættar og góðar sosialar relatiónir til tíni medmenniskju. Tað snýr seg ikki um, hvussu nógvar vinir og sosial sambond ein hevur online ella offline, men um kvalitetin á okkara sosialu sambondum við familju, vinir, arbeiðsfelagar og onnur. Hinvegin kann einsemi og konfliktir vera eitrandi fyri okkara lív og heilsu. Og man kann gott vera einsamallur mitt í eini smílandi mannamúgvu, á sosialum miðlum – sum ikki altíð eru so sosialir – í eini familju ella í einum forholdi. Ansið væl eftir tykkara vinaløgum. Verið altíð konstruktiv og opin yvir fyri nýggjum menniskjum sum vit hoyrdu fyri løtu síðani – eisini teimum, sum eru øðrvísi enn tit, og sum hava onnur sjónarmið. Tí meiningin er kanska at finna, sum Kim skrivar,

“i træerne om foråret, i mennesker, du møder på din vej, i et kærligt lille smil.”

Hjartaliga tillukku við húgvuni og próvnum og takk fyri.