Heilsufrøðiliga Starvsstovn er nú byrjað við sínari bráskipan, sum kunnar um matvørutrygd og reinføri á matarstøðum í Føroyum.

Kantinan á Glasi var fyrsta staðið í landinum, sum bráskipanin vitjaði. Kannaði vórðu mannagongdir og ábyrgd og hølir og útgerð á Glasi. Bæði fingu eitt fegið brá.

Anna Østerø er leiðari á kantinuni á Glasi, sum veitir mat til næmingar, lærlingar og lesandi á Glasi, umframt starvsfólk. Á myndini sæst hon við fyrstu brámyndini, sum bráskipanin hevur gjørt.

Til ber at lesa meiri um bráskipanina á bra.hfs.fo.