22. oktober fekk, Kinna Poulsen, undirvísari á Glasi, M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir.
Kinna fekk virðislønina fyri bókina Í EYGNAHÆDD – UM SAMTÍÐARLIST Í FØROYUM Í 21. ØLD.
Onkur hevur sagt, at M.A. Jacobsens virðislønin er í føroyskum høpi at meta við Nobelvirðislønina. Hvussu er, so er hetta ein stórur heiður í Føroyum.
Kinna Poulsen hevur undirvíst í myndlist og donskum síðani 2003. Fyrst á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, og so á Glasi.
Til ber at hoyra eina longri samrøðu við Kinnu, tá hon var vikugestur í sendingini Vikuskifti í KVF.
https://kvf.fo/greinar/2025/10/25/vikugesturin-smaedin-og-bersogin
Kinna eigur og rekur miðilin Listaportal. Til ber at lesa meira um bókina Í EYGNAHÆDD á nðanfyri leinki.
Myndina omanfyri tók Bjarni Árting Rubeksen.