Nú omanfyri 1.600 fólk eru á einum staði, eru nakrar tillagingar gjørdar í tíðunum, har blokkarnir (t.e. dupulttímar) byrja. Eisini er longdin á steðgunum millum blokkarnar broytt í summum førum. Endamálið er, at gera tað høgligari at koma til og frá undirvísing og at gera tað gjørligt hjá øllum at fáa ábit um morgunin og á døgurða. Kantinan letur upp við morgunmati kl. 7:00 og veitir eisini morgunmat millum fyrsta og annan blokk.

Við hesi broyting fer dagurin á Glasi at síggja soleiðis út:

07:00 – 08:00 morgunmatur kann keypast í kantinuni
08:10 – 09:40 1. blokkur
09:40 – 10:05 steðgur, har morgunmatur fæst í kantinuni
10:05 – 11:35 2. blokkur
11:35 – 12:10 døgurðasteðgur
12:10 – 13:40 3. blokkur
13:40 – 13:55 steðgur
13:55 – 15:25 4. blokkur
15:25 – 15:30 steðgur
15:30 – 17:00 5. blokkur, sum møguleiki er fyri at leggja mánadag og týsdag