Og ynskir tú at læra at gera góðan og leskiligan mat? Kom so og lær til kokk (gastronom) á Glasi. Á Føroya størsta lærustovni metta vit dagliga um 1750 næmingum, lærlingum og lesandi – ungum fólkium, sum fara at mynda framtíð Føroya á øllum hillum.

UM STARVIÐ

Køkurin á Glasi søkir ein kokkalærling at byrja 15. august 2022. Her nøkta vit dagliga ein so stóran tørv, bæði í mongd og góðsku, at vit áhaldandi mugu menna køkin og okkara matarskráir. Tí kunnu vit bjóða tær eitt lærupláss í einum góðum, stórum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har tú fært eitt fakliga gott, spennandi og mennandi lærupláss.

Tú verður partur av einum dugnaliga starvsfólkahópi, sum telur 10 fólk, og fært ein rættiliga fjølbroyttan arbeiðsdag við eini rúgvu av ungum fólkum á ymsum yrkisleiðum.

Høvuðsvirðini hjá okkum eru at gera góðan, fjølbroyttan og burðardyggan mat á einum góðum og sunnum arbeiðsplássi.

TÍNIR FØRLEIKAR

Tú elskar mat, tú trívist í einum køki, tú eri lærifús/ur og ábyrgdarfull/ur. Restina lærir tú hjá okkum. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur gingið á kokkaskúla ella arbeitt við mati, men tað er ikki eitt krav.

KUNNING

Lærutíðin til kokk/gastronom er 3 ár og 9 mánaðar. Skúlagongdin fer fram í Klaksvík og í Danmark. Um tú hevur 1. og 2. skúlaskeið á kokkaskúla kann lærutíðin styttast samsvarandi.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Hjaltalin, køksleiðara á Glasi, á tlf. 78 66 72 ella skriva til alh@glasir.fo.

Umsókn skal sendast við telduposti til alh@glasir.fo í seinasta lagi 19. juni 2022.