Ert tú kokkur og ynskir at arbeiða í dagtímunum og hava frí tá skúlarnir hava frí? Hetta stendur tær í boði, um tú søkir starv sum kokkur í køkinum á Glasi.
1.500 lesandi og 250 starvsfólk hava sína dagligu gongd á føroya størsta útbúgvingarstovni. “Matur liggur undir manningini”, sigur orðatakið og nógv veldst um matin, vit borðreiða og um huglagið, andan og flogið rundanum tað at savnast um mat. Her kemur tú inn í myndina.
FØRLEIKAR
Vit vænta at tú, umframt at vera útlærdur kokkur, er arbeiðssom/arbeiðssamur, álítandi, smílandi, hevur góð evni at samstarva og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Best er, um tú hevur royndir í kantinu, men hetta er ikki ein treyt.
Vit bjóða tær eitt áhugavert starv í lívligum umhvørvi saman við góðum starvsfelagum – eitt starv, har tú, við ábyrgd av heita køkinum, verður við til framhaldandi at menna kantinuna á Glasi.
LØN OG TREYTIR
Starvsbyrjan verður skjótast møguligt. Tó kunnu vit, um neyðugt er, bíða eftir rætta viðkomandi.
Starvstíðin er umleið 8 tímar dagliga í dagtímunum. 39 tímar um vikuna.
Tú vísir til Allan Hjaltalin, køksleiðara. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er sett til brøk 0,95.
UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Hjaltalin, køksleiðara á Glasi, á tlf. 78 66 72 ella skriva til alh@glasir.fo.
Umsókn við prógvi og/ella viðmæli skal í seinasta lagi 6. septembur 2023 sendast í telduposti til alh@glasir.fo.