Vilt tú:

  • leiða og skipa ein av Føroya størstu køkum?
  • gera mat til tveir triðingar av Føroya ungdómi?
  • gera og virka eftir dagførdum kostpolitikki hjá Glasi?

1.500 lesandi og 250 starvsfólk hava sína dagligu gongd á Glasi. Her er útbúgving og búgving í miðdeplinum, at menna okkara næmingar og lærlingar til framskygd, skapandi og virkin menniskju. ‘Matur liggur undir manningini’, sigur orðatakið, og nógv veldst um matin vit borðreiða og um huglagið, andan og flogið kring tað at savnast um mat. Tí er starvið, sum køksleiðari á Glasi, Føroya týdningarmesta føðslufakliga starv – halda vit.

Glasir skal vera ein burðardyggur skúli við heilsugóðum mati. Hvussu tryggja vit hetta? Hvussu skapa vit eina uppliving um máltíðirnar? Hvussu kunnu vit gera og samanseta eina matarskrá, sum stuðlar endamálinum á Glasi at útbúgva og búgva tann einstaka fakliga og menniskjaliga, at kveikja áhuga og forvitni fyri menning og læring? Og hvussu tryggja vit, at starvsfólkini í kantinuni trívast, mennast og arbeiða saman um at skapa matartorg, sum er miðdepilin í sosiala lívinum á Glasi? Hvussu tryggja vit skynsaman rakstur av kantinuni á Glasi bæði viðvíkjandi innkeypi og sølu? Hetta er aðaluppgávan hjá køksleiðaranum á Glasi.

FØRLEIKAR

Vit leita eftir einum køksleiðara, sum hevur útbúgving sum kokkur, økonoma ella líknandi. Haraftrat er tað ynskiligt at viðkomandi:

  • dugir og dámar væl at gera mat
  • hevur royndir við at leiða matarstað, sum hevur eina ávísa stødd, ella aðrar viðkomandi royndir
  • dugir at reka ein stóran køk fíggjarliga og fyrisitingarliga
  • dugir at leiða og motivera starvsfólk og skapa gott samstarv
  • dugir við ungdómi

Køksleiðarin fær stórt frælsi til at skipa kantinuna og matarskránna, soleiðis at yvirskipaðu málini verða rokkin. Køksleiðarin luttekur eisini í dagliga arbeiðinum at matgera, men er samstundis partur av dagligu leiðsluni á Glasi og eigur tí ein umráðandi leiklut í menning og rakstri. Viðkomandi kemur at luttaka í verkætlanum og tiltøkum á Glasi sum t.d. orðing av kostpolitikki, skipan av Fjølmentanarvikuni, merkisdøgum v.m.

LØN OG TREYTIR

Starvið verður sett skjótast til ber. Viðkomandi vísir beinleiðis til umsitingarstjóran. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið, har starvið verður flokkað sum kostfakligur leiðari II.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Janus Isfeldt, fíggjar- og umsitingarstjóra, á tlf. 210330 ella skriva til jai@glasir.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal sendast í seinasta lagi 27. mai 2024 kl. 12:00 í telduposti til starv@glasir.fo ella til:

Glasir

Postrúm 218
Janusargøta 3
FO-110  Tórshavn

1.500 lesandi og 250 starvsfólk hava sína dagligu gongd á Føroya størsta útbúgvingarstovni. Umsetningurin í kantinuni á Glasi er knappar 6 mió. kr. árliga.