Hevur tú gott handalag og hug at royna teg við bæði tøkni, handverki, skipanum og viðlíkahaldi? Vit søkja eftir einum húsavarðalærlingi til Føroya størsta útbúgvingarstovn, sum húsast á meira enn 25.000 fermetrum í trimum ymiskum bygningum.

Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 12. august 2024 ella sambært avtalu.

Útbúgvingin sum húsavørður er ein lærlingaútbúgving, sum tekur 3 ár og 9 mánaðar. Starv og lærutíð er á Glasi, meðan skúlagongdin er á skúla í Danmark, har útbúgvingin nevnist ‘ejendomsservicetekniker’.

STUTT UM ÚTBÚGVINGINA:

  • Minstu krøv viðv. læruplássinum er 9. floks prógv frá fólkaskúlanum
  • Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir
  • Starvstíðin er á Glasi
  • Skúlagongdin er á skúla í Danmark
  • Lønin er sambært sáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna og Fíggjarmálaráðið.

UM TEG

Vit søkja eftir dugnaligum álítandi fólki, sum hevur áhuga fyri at útbúgva seg innan røkt og viðlíkahald av tekniskum innleggingum, m.a. brunafyribyrgingarskipanir og ventilatiónsskipanir, so sum ABA, ABV, ABDL og CTS. Dagliga arbeiðið fevnir eisini um røkt og viðlíkahald av bygningunum, innbúgvi og av uttanumøkinum.

Vit ynskja, at tú dugir væl at samskifta og samstarva við starvsfólk og næmingar, at tú hevur koyrikort til persónbil, og at tú hevur telduførleika á brúkarastøði.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN

Nærri fæst at vita við at venda sær til Álvur Jøkladal, tekniskur leiðari á tlf 56 80 01.

Umsókn skal sendast í telduposti til starv@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2024.