Glasir søkir eftir einum skrivstovulærlingi til fyrisitingina og fíggjardeildina at byrja 4. august 2025. Lærutíðin kann eisini fevna um onnur øki alt eftir tørvi og áhuga.

Á Glasi bjóða vit yrkisútbúgvingar, gymnasialar útbúgvingar, hægri útbúgvingar og skeið. Sum skrivstovulærlingur hjá okkum fært tú innlit og upplæring í umsiting av útbúgvingum og fíggjar- og starvsfólkaviðurskiftum. Her fert tú at samskifta við øll, sum eru knýtt at skúlanum; næmingar, foreldur, lærumeistarar, lærarar og starvsfólk.

Um teg

Neyðugt er at hava miðnámsútbúgving ella líknandi útbúgving.

Harumframt ynskja vit, at tú:

  • Ert fyrikomandi og dámar at práta við fólk
  • Hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • Ert tænastusinnað/ur, eisini tá nógv er at gera
  • Hevur gott yvirlit, er skipað/ur og røkin
  • Hevur góðan telduførleika og megnar at brúka vanligu 365 forritini

Glasir bjóðar tær

Tá ið tú kemur í læru á Glasi, fært tú eina góða útbúgving við starvsheitinum “Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting”. Tú fært innlit og upplæring í raksturin av einum skúla og kemur at fylgja leiðini hjá næmingum frá upptøku til prógvhandan. Harumframt fært tú ein fjølbroyttan og spennandi arbeiðsdag, eina góða kantinu, fittar og stuttligar starvsfelagar við plássi fyri skemti í gerandisdegnum. 

Setanarviðurskifti

Læruplássið er lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Lærutíðin er millum 2 og 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur frammanundan.

Hvussu søkir tú?

Ljóðar hetta áhugavert? So send tína umsókn, saman við avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og CV, til starv@glasir.fo. Freistin at søkja læruplássið er 19. mai 2025 kl. 12:00. Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at venda tær til Janus Isfeldt, fíggjar- og umsitingartjóra, á tlf. 210330 ella umvegis jai@glasir.fo.

Samrøður verða hildnar í juni mánaða, og lærutíðin byrjar 4. august 2025.

Um Glasir
Á Glasi ganga umleið 1500 næmingar, lærlingar og lesandi, og her starvast 250 starvsfólk. Harav starvast umleið 13 starvsfólk í toymunum, tú kemur at verða tilknýtt/ur. Okkara fremsta uppgáva er at útbúgva og búgva tann einstaka fakliga og menniskjaliga.