10. september byrja kórvenjingar til kór fyri allar næmingar, lærlingar og lesandi á Glasi.

At syngja í kóri hevur bæði sosialar, sálarligar og kropsligar fyrimunir. Tú fært eina sterka kenslu av felagsskapi og verður í betri lagi. At syngja í kóri styrkir eisini kognitivu førleikarnar, so at vit læra betri – og haraftrat verður tú enntá ein betri sangari!

Øll (!) eru vælkomin í kórið. Brúsusangarar, arbeiðsnynnarar, kórsangarar, konsertbrølarar og tey, sum ongantíð hava sungið fyrr! Tað er eingin upptøkuroynd ella nakað. Tú møtir bara upp og hálar gjarna 2-3 onnur við tær. The more, the merrier. 

Vant mikudagar í døgurðasteðginum í stovu 105 kl 11.40-12.05.

Tó verður fyrsta venjingin samtvinnað við eitt kunningartiltak um nýggja kórið tann 10.09 kl 13.45 í stovu 105