Onki úrslit

    Søk inn á miðnám og yrkisnám

    Nú er gjørligt at søkja inn á gymnasialar útbúgvingar og yrkisútbúgvingar á Glasi. Sum nakað nýtt skal umsóknin avgreiðast gjøgnum Vangan hjá Undirvísingarstýrinum.

    Tú søkir við at trýsta á knøttin niðanfyri.

    Freistin at søkja er 15. mars 2025.

    Vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum til at søkja

    Umsókn um Vangan krevur, at tú hevur talgilda Samleikan. Hevur tú onkursvegna ikki tað, ella hevur tú ikki føroyskt p-tal, ber til at taka umsóknarblað niður her og senda tað til Glasir antin sum bræv ella teldupost, sí okkara bústað niðast á hesi síðu. Umsøkjarar uttan føroyskt p-tal skulu skriva passnummar í umsóknarblaðið.

    Til ber at lesa um útbúgvingarmøguleikarnar á Glasi í útbúgvingarfaldaranum hjá okkum niðanfyri ella á heimasíðuni á teiginum útbúgvingar.

    Vælkomin á Glasir.