Hósdagin 30. okt. vóru innovatiónsnæmingar á Glasi til eina kreativa verkstovu í hugskotsmenning í samstarvi við Hugskotið í Havn. Evnið á verkstovuni var nýmenning.

Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen úr Hugskotinum stóðu fyri verkstovuni saman við undirvísarum á Glasi.

Ólavur Ellefsen, stjóri í KT-fyritøkuni Flowcore, greiddi frá menningini av fyritøkuni.

Gunnleygur Clementsen úr nýggju føroysku vitlíkis fyritøkuni, Vitlíkisstovan, greiddi frá menningini av fyritøkuni, og hvussu hon hjálpir øðrum føroyskum fyritøkum at brúka vitlíki.

Verkstovan var eisini ein kapping um at fáa besta hugskotið. Vinnarabólkurin gjørdist “Safe Hiking” (Aron, Hans Elias, Sára og Sámuel úr 25m), sum vunnu eitt gávukort frá “Bowling & Haps”.

Niðanfyri eru myndir frá tiltakinum.