UM TÚ HEVUR HUG AT GERAST KT-MENNARI Á FØROYA STØRSTA LÆRISTOVNI, SO ER KOTAN TIL TAÐ GÓÐA ARBEIÐSLÍVIÐ HER: VIT BJÓÐA TÆR FJØLBROYTTAR MENNINGARUPPGÁVUR, EITT SPENNANDI ÚTBÚGVINGARUMHVØRVI OG EITT ARBEIÐSLÍV, HAR RÚM ER FYRI ØÐRUM OG MEIRA ENN BARA ARBEIÐI.
Kunningartøkni er ein týðandi partur av gerandisdegnum á Glasi. Fremsta uppgávan hjá KT-starvsfólkunum er at gera kunningartøknina so nýtiliga sum yvirhøvur gjørligt fyri okkara umleið 1.700 lesandi og 250 starvsfólk. Júst nú betra og víðka vit um KT-økið. Tí søkja vit ein KT-mennara, sum fyrst og fremst skal arbeiða við menningaruppgávum.
Á Glasi er ein ørgrynna av ymiskum fak- og starvsøkjum. Tí sleppur tú sum KT-mennari at royna teg við nógvum skiftandi og spennandi uppgávum, sum m.a. eru at:
- menna skipanir og gera integratiónir við innanhýsis og uttanhýsis skipanum
- skjalfesta skipanir og mannagongdir
- stýra SDLC-leisti, KT-trygd, -politikkum og -mannagongdum
- hava ábyrgd fyri, at skipanir rigga og verða røktar
Tú verður eisini partur av stóru heildarætlanini fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum, sum Undirvísingarstýrið hevur sett skjøtul á. Hendan stóra verkætlanin kann hava broytingar í starvinum við sær.
TÚ OG FØRLEIKAR TÍNIR
Tú hevur viðkomandi KT-útbúgving á bachelor- ella masterstigi, dygga vitan um forritan, dátugrunnar, TCP/IP, virtualisering, AD, Office 365 og Azure, og í minsta lagi 3-ára viðkomandi starvsroyndir.
Tú kemur at arbeiða við m.ø. HTML5, CSS3, JavaScript, .NET í C#, Node.js, ASP, PHP og við T-SQL, so royndir og vitan innan hesi øki ella líknandi mál eru krav.
Vit leggja serligan dent á førleikar innan:
- forritan (OOP, C# og MVC innan .NET)
- normalisering og forritan av dátugrunnum (SQL, T-SQL)
- integrering millum skipanir umvegis API (REST og SOAP)
- útgávustýring (Git)
- skjalfesting
Fakliga dugir tú at seta orð á teknisk hugtøk, so onnur starvsfólk skilja teg. Tú vísir ábyrgd, ert fyrikomandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur áræði at læra og seta teg inn í nýggja tøkni, nýggjar avbjóðingar og forritanarmál. Tú dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum. Tú samstarvar væl við onnur og trívist í einum skiftandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum.
UM STARVIÐ
Sum KT-mennari vísir tú til Áka Heinesen Højsted, KT-leiðara. Fulltíðarstarvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Áka Heinesen Højsted, KT-leiðara, við at senda teldupost til ahh@glasir.fo.
UMSÓKN
Umsókn til starvið skal, saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum, sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi fríggjadagin 11. februar 2022 á middegi, kl. 12:00.