At installera Maple
Set geyman í telduna og far inná ávíkavist “Windows” (um tú brúkar Windows teldu) ella “Mac” (um tú brúkar Mac teldu).
Trýst síðan á fíluna ið endar við installer (ikki GYMUpgrade)
Nú er installatiónin farin í gongd. Trýst á “Next” nakrar ferðir til tú kemur til skermin niðanfyri:
Vel “Single User Lisence”
Tak øll flugubein úr
Flugubein í “Activate Maple…”
Lærarin hevur licens kotuna ið skal skrivast her
Fyll í teigarnir ið standa við reyðum (First name, Last name, Email og Country). Tak øll flugubein úr og trýst á “Next”.
Nú skuldi tú fingið eini boð, ið sigur at Maple er aktiverað.
Far nú aftur í geyman (ávíkavist “Windows” ella “Mac”) og trýst á fíluna ið endar við GYMUpgrade.
Her nýtist ikki at velja nakað so trýst bara á “Next” til installatiónin er liðug.
Nú skuldi Maple og GYM pakkin verið installerað á tínari teldu.