Maple frystir á Mac
Á Mac teldum kann tað tíverri koma fyri at Maple frystir.
Fyri at fáa Maple at rigga aftur er neyðugt at sløkkja tað við “Force quit“.
Force Quit
Tú trýstir á Command + Option + Esc samstundis og so kemur hendan myndin fram:
Nú velur tú Maple og trýstir á Force Quit
Aftaná hetta kanst tú starta Maple aftur.