Námsferðirnar hjá 2s skúlaárið 2025-2026 vera frá 16. mars til 21. mars 2026.
Leisturin við ferðing er tann sami sum í fjør, at skúlin hevur eina avtalu við Atlantsflog um flogferð millum Føroyar og Danmark. Flogið verður úr Føroyum til Kastrup 16. mars kl. 08:20, 08:40 og 14:30. Flogið verður úr Kastrup til Føroyar kl. 12:25 og 18:35.
Flokkarnir kunnu fara víðari til onnur ferðamál í Evropa, men kostnaðurin fyri hvønn næming skal ikki fara upp um kr. 8.500,- pr. persón, og tá skal ferðing, hotel, morgunmatur, útferðir og entré vera íroknað.
Tveir lærarar eru knýttir at hvørjum flokki.
Karmarnir fyri námsferðirnar skúlaárið 2025-2026 fylgja tilmælinum frá Samstarsnevndini á Glasi um námsferðir. Hesar eru:
- Námsferðir eru fyri 2s flokkar.
- Søkjast skal um at koma á námsferð. Tað er lærari, sum skrivar umsókn vegna flokk.
- Umsóknin skal innihalda fakliga skrá, fullfíggjaða ferðaætlan og kostnaðarmeting av ferðini.
- Námsferðarnevnd viðgerð umsóknir til námsferðir.
- Námsferðir eru í mesta lagi seks dagar / fimm nætur t.d. frá mánadag til fríggjadag ella týsdag til leygardag.
- Flogið skal vera til ferðamál, sum Atlantic Airways flýgur beinleiðis til ta vikuna, sum námsferðin er. Hetta samskipar Glasir og námsferðanevndin. Hiðani ber til at ferðast víðari við flogfari, toki, bussi, báti, v.m. Hetta skipar flokkurin sjálvur fyri.
- Luttakarar á námsferðum melda seg til umvegis gjaldskipanini hjá Glasi.
- Oyðiblað fyri námsferð skal útfyllast og undirskrivast, har øll vátta, at skilhaldsreglurnar á Glasi verða hildnar, so trygd og skil er í hæddini á námsferðini.
- Freistin at søkja um námsferð er ultimo september 2025.
- Umsóknir verða avgreiddar í seinasta lagi tvær vikur eftir umsóknarfreist.
Leiðslan á Glasi