Námsferðirnar hjá 2s og 2fyr vera í viku 43 í døgunum 25.-29. oktobur 2027.
Leisturin er sambært avtalu við Atlantsflog um flogferð millum Føroyar og beinleiðis rutunetið hjá Atlantsflog.
Flokkarnir kunnu fara víðari til onnur ferðamál í Evropa, men kostnaðurin fyri hvønn næming skal ikki fara upp um kr. 8.500,- pr. persón, og tá skal ferðing, hotel, morgunmatur, útferðir og entré vera íroknað.
Tveir lærarar eru knýttir at hvørjum flokki.
Karmarnir fyri námsferðirnar fylgja tilmælinum frá samstarvsnevndini á Glasi um námsferðir. Hesi eru:
- Námsferðir eru fyri 2s og 2fyr flokkar.
- Søkjast skal um at koma á námsferð. Tað er lærari, sum skrivar umsókn vegna flokk.
- Umsóknin skal innihalda fakliga skrá, fullfíggjaða ferðaætlan og kostnaðarmeting av ferðini.
- Námsferðarnevnd viðgerð umsóknir til námsferðir.
- Námsferðir eru í mesta lagi seks dagar / fimm nætur.
- Flogið skal vera til ferðamál, sum Atlantic Airways flýgur beinleiðis til ta vikuna, sum námsferðin er. Hetta samskipar Glasir og námsferðanevndin. Hiðani ber til at ferðast víðari við flogfari, toki, bussi, báti, v.m. Hetta skipar flokkurin sjálvur fyri.
- Luttakarar á námsferðum melda seg til umvegis gjaldskipanini hjá Glasi.
- Oyðiblað fyri námsferð skal útfyllast og undirskrivast, har øll vátta, at skilhaldsreglurnar á Glasi verða hildnar, so trygd og skil er í hæddini á námsferðini.
- Freistin at søkja um námsferð er 1. mars 2027.
- Umsóknir verða avgreiddar í seinasta lagi tvær vikur eftir umsóknarfreist.
Leiðslan á Glasi