Í sambandi við verkfallið, sum er í løtuni, so skal gerast vart við, at tað er ábyrgdin hjá næmingunum at koma til undirvísing og próvtøkur, og at tey í góðari tíð mugu taka tey fyrivarni/leggja soleiðis til rættis, at tey fáa møtt til tað, tey skulu.
Hetta er við støði í leiðreglum, sum Undirvísingarstýrið hevur sent skúlum.
Undirvísingarstýrið hevur saman við Próvstovuni og Barna- og útbúgvingarmálaráðnum viðgjørt støðuna, ið er íkomin orsakað av verkfallinum.
Í mun til undirvísingarvirksemi og próvtøkur eru hesi atlit at taka:
Skúlavirksemi sum heild:
- Skúlavirksemið verður ikki niðurlagt, men í tann mun tað gerst neyðugt, tillagað.
- Tá talan er um ársroyndir, er hetta nakað skúlin fyriskipar, í tann mun tað er gjørligt. Møguleiki er t.d. at flyta hesar til verkfallið er av ella til í heyst.
- Leiðsla skúlans má leypandi gera eina meting av hølisviðurskiftum. Væntast skal, at Fólkaheilsustýrið kemur við vegleiðandi mannagongdum í næstum.
- Heitt verður á skúlaleiðslur at skipa skilhaldsreglur soleiðis, at avbjóðingin við manglandi reingerð ikki veksur seg størri enn neyðugt.
Próvtøkuviðurskifti:
Hildið verður fast í, at próvtøkur verða hildnar sum vanligt.
- Hóast ferðasambandið er óstøðugt, eigur næmingur at møta til próvtøkur.
- Skúlin skal, í tann mun tað er gjørligt, halda síni próvtøkuhølir í góðum standi. Ber hetta ikki til, skal skúlin útvega onnur skikkaði hølir.
- Heitt verður á skúlarnar um at umhugsa hølisviðurskifti til munnligu próvtøkurnar í góðari tíð.
- Í heilt serligum førum kann próvtøka skipast á annan hátt. Tá skal hetta vera í samráð við Próvstovuna.