Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Vit hava tørv á tveimum dugnaligum lærarum til serbreyt skúlans fyri skúlaárið 2019-2020.

Sum lærari á serbreytini fært tú høvi at seta tíni fingramerki á menningina av tilboðnum til ung við serligum tørvi. Serbreytin, eisini kallað serligt skipað miðnám (SSM), er eitt miðnámsskúlatilboð fyri næmingar við serligum tørvi, sum ikki eru førir fyri at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskúlaskipanini, heldur ikki við teimum stuðulsmøguleikum, ið eru.

FØRLEIKAR
Tann, ið verður settur sum lærari á serbreytini, skal hava námsfrøðiliga útbúgving – eitt nú læraraútbúgving, námsfrøðingaútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving innan økið og hava hóskandi yrkisfakligar førleikar. Eisini skal umsøkjari:
·      vera framfýsin og kunna geva íblástur at menna næmingarnar til samfelagið
·      hava hug og hegni at arbeiða við ungdómi
·      vera framsíggin, tora at ganga nýggjar leiðir og trívast við broytingum
·      kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva
·      hava góð evnir at skipa samstarv við ymiskar samfelagsbólkar
·      hava hug at menna eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi

LØN OG TREYTIR
Størvini eru tíðaravmarkaði og eru at seta frá 12. august 2019 – 30. juni 2020. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag (lønartalva bólkur I og II). Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Magna á Lakjuni, útbúgvingarstjóra, á mal@glasir.fo ella tlf. 56 80 80.

Umsókn saman við CV, prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi hósdagin 23. mai 2019 kl. 12:00.