Hevur tú sveinabræv sum hárfríðkari og hug og hegni at arbeiða við ungdómi? Vit sóknast eftir framfýsnum lærara til hárfríðkanardeildina, sum kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni. Næsta skúlaár fáa vit nýggjar karmar á Glasi í Marknagili, og tí er gott, um tú ert hugað/ur fyri broytingum og kann geva íblástur til at menna arbeiðsplássið.

VIT VÆNTA, at umsøkjarar hava:
– sveinabræv sum hárfríðkari
– viðkomandi starvsroyndir
– undirvísingarroyndir innan økið eru ein fyrimunur
– hollan og dagførdan kunnleika innan økið
– góðan telduførleika

VIT BJÓÐA:
– spennandi og avbjóðandi starv í einum umhvørvi, sum er í støðugari menning
– møguleika fyri at dagføra teg fakliga

Umsøkjarar, sum hava aðra viðkomandi útbúgving og undirvísingarroyndir innan økið, kunnu hava fyrimun.

SETANARVIÐURSKIFTI

Talan er um fast starv, fulla tíð. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.

Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 9 apríl 2018. Send umsóknina til unz@glasir.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn V. Zachariassen, deildarleiðara á List og Skapan, á tlf. 568090