El-økið á Glasi tørvar ein tímalærara til skúlaárið 2025-26. Sum lærari á el-økinum skalt tú saman við hinum lærarnum verða við til at undirvísa og menna arbeiðið á handverksøkinum.
Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Yrkisnám, ið er handverksøki á Glasi, søkir nú eftir tímalærara til el-økið.
Sum lærari innan handverk fært tú høvið at seta tíni fingramerki á menningina av handverksútbúgvingini. Tú kemur at arbeiða og deila vitan við hinum undirvísarunum innan fakøkið. Sum lærari innan handverkslærugreinar skalt tú verða fakliga væl fyri, duga væl at samstarva, umframt duga at fáa næmingarnar at trívast.
FØRLEIKAR
Tann, ið verður settur sum lærari, skal:
- hava hug og hegni at arbeiða við ungdómi
- vera framsíggin og tora at ganga nýggjar leiðir
- kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evni at samstarva
- duga at loysa trupuleikar, tá ið á stendur
- trívast við broytingum og kunna skapa fylgiskap millum lærarar og onnur starvsfólk
- hava viðkomandi útbúgving
- hava góðar KT førleikar
Til starvið krevst sveinabræv.
Tað er ynskiligt, at umsøkjarin hevur:
- viðkomandi starvsroyndir
- góð evnir at skipa samstarv við ymiskar samfelagsbólkar
- hollan og dagførdan kunnleika
LØN OG TREYTIR
- setanarstaður er Glasir
- starvið er avloysarastarv at seta frá 1. august 2025 til 31. auli 2026
- lønar og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Steinfinn Várlíð Jacobsen, útbúgvingarleiðara, á stj@glasir.fo ella tlf. 56 80 30.
UMSÓKN
Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 19. mai 2025 kl. 24:00.
Vit tilskilja okkum rætt at velja millum umsøkjarar ella ongan seta.