Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
LÆRING OG TRIVNAÐUR
Fakta um skíggjanýtslu á miðnámsskúlum í Føroyum
Í januar-februar mánaði 2023 varð ein kanning gjørd á miðnámsskúlum í Føroyum, har m.a. varð spurt um skíggjanýtslu.
Tilsamans 1290 næmingar svaraðu spurnarblaðnum. Tað er 68% av teimum 1885, sum fingu spurnarblaðið.
Nærum sama kanning varð gjørd á Glasi, Kambsdali og Tekniska Skúla í desember 2020 til januar 2021. Tí ber til at lýsa eina gongd av evnunum, sum spurt verður til.
- Í miðal brúka næmingarnir 7,8 tímar um dagin til ymiska skíggjanýtslu, sum ikki er skúlating ella arbeiði.
- Samlaða talið av tímum er tað sama fyri bæði kynini, men dreingir brúka meira tíð til spøl, ímeðan gentur brúka meira tíð til filmar og sosialar miðlar.
- Spurd, um tey kenna seg bundnan av skíggjanýtslu, svaraðu 63 prosent, at tey gera tað. í 2021 svaraðau 51 prosent, at tey kendu seg skíggjabundnan. Í mun til kynini, so er tað í størri mun gentur, sum kenna seg bundnan – 69 prosent – meðan dreingir svara 54 prosent.
- Spurd til, um tey nýta skíggja til annað enn skúlavirksemi, tá tey eru til undirvísing, er svarið: 13 prosent hvønn blokk, 25 prosent ofta, 36 prosent av og á, 21 prosent sjáldan og 6 prosent ongantíð.
- Spurd til, um teirra fyrireiking til skúlan (skúlating) verður órógvað av óviðkomandi skíggjanýtslu, er svarið: 9 prosent altíð, 27 prosent ofta, 32 prosent av og á, 22 prosent sjáldan og 11 prosent ongantíð.
Tey spurdu í kanningini hava eisini havt møguleika at skriva, hvussu teirra skíggjanýtsla er. Her eru nøkur dømi.
Viðhvørt føli eg at skermurin er meira spennandi enn veruliga lívið
Eg føli meg tóma uttan mína telefon, og um eg ikki havi hana hjá mær, so leiti eg eftir henni
Eg klári ikki at seta meg og orduliga gera at okkurt, tí eg føli eg allatíð eg má fara í telefonina . Um tlf sløknar blívi eg rastleys.
Eg haldi ofta at tað er torført at seta meg at gera heimaarbeiði, tí tað tekur tíð og konsentratión – tað er nógv lættari at seta seg á telefonina at hyggja eftir onkrari seriu. Eg haldi eisini at tiktok er sera forstýrandi fyri heilan, men eg brúki tað enn, og ofta fái eg ikki steðga allíkavæl. Tað er skjótt og lætt
Eg havi tað ringt við at bara hyggja eftir fáðum videoum á tiktok td. Tað endar altið við at verða nogv.
Tað er sera ringt at leggja skermin vekk tá eg veit at onnur skriva til hvønn annan um planir og annað og tú heldur at tú kanska ikki fær tað við.
Eg fái ikki gjørt skúlatingini av tí at eg eri “upptikin” av mínari telefon
klári ikki at verða í friði, má hava okkurt frá allatíðina – eisini havi eg tendens at takað tlf fram fleiri ferðir í́gjøgnum eina samrøðu fyri at líka hyggja eftir snapchat osf sjálvt um tað er ófólkaligt