Onki úrslit

Altjóða búskapur

Altjóða búskapur snýr seg um gongdina í  samfelagsbúskapinum bæði í Føroyum og úti í heimi. Tú fært møguleika at menna tína vitan um altjóða búskap í einum samfelagsligum samanhangi, so at tú fært førleikar at greina ymsu partarnar av búskapinum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Tú lærir um búskaparlig ástøði, háttaløg og ymisk sløg av búskaparpolitikki, og við støði í  aktuellum búskaparligum evnum og hendingum lýsir, greinar og metir tú um búskaparligu gongdina í Føroyum og í øðrum londum. Eisini fært tú innlit í og eina fatan av altjóða handli millum lond.

Altjóða búskapur A-stig

Les námsætlanina fyri altjóða búskap A-stig her

Altjóða búskapur B-stig

Les námsætlanina fyri altjóða búskap B-stig her

Altjóða búskapur C-stig

Les námsætlanina fyri altjóða búskap C-stig her