Byggitøkni

Byggitøkningur (Byggetekniker) er ein yrkisakademiútbúgving, sum tekur 2 ár.

Útbúgvingin miðar m.a. ímóti størvum í byggivinnuni, hjá virkjum, ið framleiða byggitilfar ella t.d. hjá ráðgevandi arkitektum/verkfrøðingum, ella til framhaldslestur til bachelorútbúgvingina, Byggifrøðing í Danmark.

Útbúgvingin er á sama støði sum tann danska útbúgvingin, byggetekniker. Glasir hevur tætt samstarv við VIA University í Horsens og eina samstarvsavtalu sum tryggjar støði.

Útbúgvingin er fyrsta 1 1/2 árið av bachelorútbúgvingini, byggifrøðing, ið fevnir um 2 ára lesna aftrat. Av hesum tveimum árunum, er nú møguleiki at taka síðsta árið í Føroyum. Næstsíðsta hálvár eru lesandi í starvsvenjing og síðsta hálvár er endaliga verkætlanin, sum skal skrivast.
Hetta kann gerast í Føroyum, har lesandi hava sín vegleiðara á Glasi. Próvtøkan fer fram í Føroyum, saman við donskum og føroyskum próvdómarum.