Danskt

Danskt er ein fjølbroytt lærugrein, sum eisini fevnir um evni, ið verða tikin upp í øðrum lærugreinum – eitt nú føroyskum, søgu, heimspeki, samfelagsfrøði, sálarfrøði og myndlist.

Kjarnan í lærugreinini er danskt mál og danskar bókmentir.

Danskt mál gevur atgongd til onnur norðurlendsk mál og til eina felags mentanarfatan, sum fremur ein norðurlendskan samleika. Eisini verður norðurlendski samleikin settur í ein evropeiskan sammanhang.

Lærugreinin byggir á víðkað teksthugtak, sum fevnir um skrift, ljóð og mynd. Vit lesa bæði tekstir úr føgrum bókmentum, yrkistekstir, greina myndir og nýta film í undirvísingini. Í viðgerðini av tekstunum verður dentur lagdur á at greina, at tulka og at meta um tekstasløg úr ymsum tíðarskeiðum. Eisini er skrivligur partur knýttur at lærugreinini.