Dekoratión

Høvuðsendamálið við undirvísingini í dekoratión er, at tú skalt menna grundleggjandi førleikan at arbeiða við visuellari marknaðarførslu í verki. Við dømum, bæði verkligum og ástøðiligum, fært tú vitan um meginreglurnar innan visuella marknaðarførslu, og tú lærir at nýta ljós, skelti og litir á rættan hátt í sambandi við søluarbeiði. Endamálið við undirvísingini er eisini, at tú, við støði í hugskotinum og konseptinum hjá einum virki, kanst greina tørvin fyri einum visuellum profili, og at tú gerst før/ur fyri at gera eina ætlan fyri eina íverksetan av visuella konseptinum hjá virkinum.