Onki úrslit

El

Elektrikari arbeiðir við at leggja sterk- og veikstreym inn í t.d. sethús, skrivstovur, virki, skúlar og umborð á skipum. Hetta fevnir t.d. um ljós, motorar, elektroniskar stýringar til flutningsskipanir og framleiðslueindir.

Eisini fæst elektrikarin við fjarskiftis-, dátu- og antennuinnleggingar og at ráðgeva kundum í at velja elektriskar loysnir og gera arbeiðið í samstarvi við onnur yrki á arbeiðsplássinum.


Upptøkukrav: 
Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Útbúgvingarlongd við miðnám/FHS: 
4 ár. Til ber at søkja skúlan, um frítøku fyri almennu lærugreinarnar
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: 
Handverkarafeløgini
Eftir lokna útbúgving: 
Sveinabræv

Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Her er eitt dømi:

Hvat læri eg sum elektrikari?

Útbúgvingarkunngerðin fyri elektrikara sigur, at førleikarnir, lærlingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru hesir:

1)   At greiða úr hondum arbeiði við støði í galdandi reglum um trygd og arbeiðsumhvørvi,

2)   at greiða úr hondum arbeiði á ella nær við spenningsleysa og spenningsleiðandi innlegging, talvuútbúnað og kaðalskáp,

3)   at menna arbeiðsgongdir og innleggingarloysnir innan yrkið,

4)   at greiða úr hondum innleggingar, sjálvvirkandi útbúnað og byggja upp smærri bólka- og stýritalvur innan bústaðir og vinnu og harafturat seta til brúkslutir sambært galdandi reglum og tryggja, at meginreglurnar fyri innlegging verða fylgdar,

5)   at góðskutryggja, undir hesum fremja viðkomandi mátingar og brúka útgerð á rættan hátt í sambandi við roynd og eftirskoðan av innlegginum, og harafturat evna til og umsita skjalfestingar, brúkaraleiðbeiningar og røktarætlanir,

6)   at greiða úr hondum jørð- og afturjavningarsamband,

7)   at greiða úr hondum viðlíkahald og skipaða leiting eftir breki, fyri síðani at betra um innleggingar og brúkslutir,

8)   at leggja káplar til dátunet og harafturat leggja inn tráðleyst net sambært galdandi reglum,

9)   at dimensionera stikk-, høvuðs- og bólkaleidningar, bólkatalvur, ljós- og kraftinnleggingar og harafturat maskininnleggingar,

10) at brúka kunningartøkni til viðkomandi arbeiðsuppgávur,

11) at ráðgeva og vegleiða brúkaran um, hvussu útbúnaður og innleggingar virka,

12) at samskifta um arbeiðsstøðuna,

13) at greiða úr hondum smærri sjálvvirkandi útbúnað, har ímillum at seta til 1- og 3-fasu brúkslutir, motorar við ymiskum stýringum og koplingum við støði í vitanini um teir vanligastu følararnar og rele-ini,

14) at leggja inn, stýra, regulera og finna brek og veita tænastu og viðlíkahald á ljósbúnað innan bústaðir og vinnu,

15) at greiða úr hondum íbindingar á veitingarkervi,

16) at ráðgeva um og fremja orkumenning sambært galdandi krøvum,

17) at leggja inn, forrita, viðlíkahalda og finna brek á sjálvvirkandi útbúnaði, undir hesum greiða úr hondum maskininnleggingar,

18) at tilevna og rokna út ljósinnleggingar við atliti at hentleika, umhvørvi og orku,

19) at leggja inn, forrita, viðlíkahalda og finna brek á sjálvvirkandi útbúnað innan bústaðir og vinnu, og

20) at seta upp net til telefon, dátu og út- og sjónvarp innan bústaðir.

Yrkis- og almennu lærugreinar á El

Skúlagongdin fevnir um hesar yrkislærugreinar:

Arbeiðsumhvørvi
Diagrammlæra
Dimensionering
Eldsløkking
Elektrotøkni
Fyrstahjálp
Góðskustýring
Innleggingar
Ljósskipanir
Maskininnleggingar
Orkutøkni
Ravmagnslæra
Stýringar
Vitugar innleggingar
Signaltøkni
Elektronikk
Ljóstøkni

Almennu lærugreinarnar eru:

Alisfrøði E
Enskt E
Føroyskt E
Støddfrøði E
Vallærugrein á E stigi

Námsskipan fyri elektrikara