Fígging

Lærugreinin fígging viðger viðkomandi evni, ið hava við fíggjarviðurskifti sum heild at gera, og lærugreinin gevur næminginum viðkomandi vitan um fíggjarviðurskifti í breiðari merking. Lærdómurin í fígging er sera viðkomandi, um tú seinni velur eina lívsleið innan økið og lestrarliga fer fíggjarvegin. Um tú velur aðra lívsleið, er lærdómurin eisini sera viðkomandi, tí vitanin kann brúkast í nógvum av lívsins viðurskiftum, millum annað viðvíkjandi lántøku í sambandi við húsakeyp, uppsparing, trygging og pensjón. Umframt hetta nemur lærugreinin við evni sum peningastovnsrakstur, realkredittlán, skatt, rakstrarætlan fyri húsarhaldið, rentustig umframt virðisbrøv og samanseting av virðisbrævaíløgum.