Onki úrslit

Franskt

Franskt er altjóða mál og høvuðsmál í Fraklandi, Belgia, Sveis, Luxemburg og Monaco umframt í fleiri afrikonskum londum so sum Senegal, Niger og í Quebec í Kanada.

Franskt er alment mál í 32 londum og verður talað av umleið 220 mió. fólkum.

Undirvísingin í fronskum hevur til endamáls:

  • at menna førleikar næmingsins at ogna sær franskt mál sum  samskiftismiðil
  • at menna málsligu vitan næmingsins um franskt mál og mentan
  • at menna lesi- og skriviførleikar næmingsins á fronskum
  • at geva næminginum førleika umrøða og viðgera tekstir á fronskum
  • at geva næminginum innlit í mentanar- og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har franskt verður talað.

Talaða málið

  • Næmingurin skal læra:
    • at orða seg og samskifta týðiliga
    • at greiða frá kendum evnum og tekstum
    • at nýta fastar orðingar og vendingar
    • at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í talu ella samrøðu um gerandisevnir
    • at leggja fram eitt fyrireikað evni á fakligan og kreativan hátt

Skrivaða málið

  • Næmingurin skal læra:
    • skrivliga at greiða frá á einføldum og greiðum máli um kend evni
    • at samskifta skrivliga t.d. við KT um gerandisevni
    • at nýta tvímálsligar orðabøkur og grundleggjandi mállærutilfar
    • at nýta KT og aðrar miðlar
Franskt byrjan A-stig

Les námsætlanina fyri franskt byrjan A-stig her

Franskt byrjan B-stig

Les námsætlanina fyri franskt B-stig her

VIDEO: Hví velja franskt?

Sìggj og hoyr Napoleon Smith greiða frá um hví tú skalt velja franskt her.