Onki úrslit

Ítróttur

Ítróttur er eisini vallærugrein á B-stigi í øðrum ella í triðja flokki. Fakið er próvtøkufak, har tíðin helvt um helvt fer til teori og praktiskan ítrótt. Samanborið við C-stigið verður størri dentur lagdur á teir teknisku og taktisku tættirnar í itróttagreinunum. Í teoriundirvísingini  verður dentur lagdur á arbeiðsfysiologi, t.e. vitan um, hvat kvalifiserað venjing er, hvussu ymsir venjingarhættir ávirka kroppin og hví. Eisini er ítróttur í søguligum og samfelagsligum høpi, og hvussu vit í ítrótti virka mentalt og sosialt partar av ítróttateoriini á B-stigi.  Skrivligt arbeiði svarandi til 15 í næmingatíð hoyrir uppí.

Á ávísum leiðum er ítróttur harafturat felagslærugrein á B-stigi. Á leiðunum verða teir tilsaman 8 blokkarnir býttir javnt ímillum fyrsta og annað ár, soleiðis at tveir blokkar eru um vikuna bæði árini. Lærugreinin er felagslærugrein bæði árini, og tí er møguleikin fyri tvørfakligum samstarvi góður. Annars eru innihald og krøv í lærugreinini tey somu sum í vallærugreinini á B-stigi.

Ítróttur B-stig

Les námsætlanina fyri ítrótt B-stig her