Onki úrslit

Kunningarfrøði

Kunningarfrøði C er ein nýggj og nútíðarhóskandi lærugrein á miðnámi. Kunningarfrøði er hugsað sum ein breið kt-lærugrein fyri øll, bæði gentur og dreingir, sum styrkir førleikarnar hjá næmingunum at virka í einum talgildum heimi. Lærugreinin er ein innleiðsla í tann talgilda heimin, har tað ikki einans snýr seg um at fáa greiðari fatan av forritan og dátuviðgerð, men eisini um at fáa innlit í m.a. siðfrøðiligar (etiskar) spurningar í samband við kt og avbjóðingar við at sniðgeva samvirknar miðlar á ein nøktandi hátt fyri øll.

Lesiætlanin hevur eitt tvíbýtt sjónarhorn og umfatar bæði eina skapandi tilgongd til dátuviðgerð og eina greinandi tilgongd til kt-skipanir. Kjarnin í lærugreinini er at viðgera og nýta talgildar dátur í einum samspæli millum ástøðiliga vitan um og nýtslu av dátum. Undirvísingin tekur støði í smærri verkætlanum, har næmingarnir viðgera og menna smærri kt-loysnir og -skipanir. T.d. fáa næmingarnir høvi at arbeiða við hvussu teldan er uppbygd, heimasíðum, appum, samvirkan við dátugrunnar, samskifti, dátutrygd, sosialar miðlar, nýtslumynstur og mong onnur evni.

Kunningarfrøði skal geva næmingunum førleika til at arbeiða skipað og við umhugsni. Næmingarnir læra nýggjar nýggjari arbeiðshættir innan kt, har arbeitt verður við tilrættislegging av skipanum við hugaroki, greining, kravfestingum, málbólkum. Arbeitt verður frá hugskoti til tilrættislegging og síðani við at seta ymiskar partar saman til eina skipan t.d. sniðgeving, samvirkan, virkisføri og forritan. Talan er um eina endurtakandi tilgongd, har loysnin verður roynd og eftirmett, og síðani verða tillagingar gjørdar, sum betra um loysnina. Arbeitt verður eisini við grundleggjandi forritan, sum ikki krevur nakrar fortreytir frammanundan.

Kunningarfrøði C

 

Les námsætlanina fyri kunningarfrøði C her.