Lívfrøði

Lívfrøði er lærugrein, ið byggir á royndir, har kanningar, bæði í starvsstovu og úti í náttúruni leggja støðið undir innlit í tað fjølbroytnið, sum er í lívfrøðiligum skipanum. Í sambandi við greining av lívfrøðiligum spurningum og úrslitum verður dentur lagdur á at finna fram til, hvussu viðurskiftini eru skipað, og at gera uppskot til myndlar.

Almennandi endamálið við undirvísingini í lívfrøði er, at tú fært vitan og innlit í lívfrøðilig kjarnuøki, samstundis sum áhugi tín fyri lívfrøðiligum spurningum í ymiskum samanhangum verður stimbraður. Kjarnuøkini eru kyknan, lívvirkisfrøði(fysiologi), arvalæran, menningalæran, vistfrøðin, lívevnafrøði.

Tú skalt við tínum arbeiði í lærugreinini menna ábyrgdarkenslu fyri tær sjálvum/ari, øðrum livandi verum og burðardyggari menning. Tú skalt eisini læra at skilja sambandið millum lívfrøðiliga vitan og tað at brúka hana í sambandi við tøknilig og vinnulig viðurskifti. Á henda hátt mennir tú tín fakliga førleika og lærir kritiskt at brúka lívfrøðiliga og biotøkniliga vitan, so tú kanst luttaka á skikkaðan hátt í samfelagsmenningini og virka á ein sámuligan hátt, bæði staðbundið og í víðari høpi, har spurningar við lívfrøðiligum innihaldi eru til viðgerðar.