Fyriskipan

Tú lærir um hugsjónarliga grundarlagið hjá virkinum og um virkið sum teknisk, sosial og fyrisitingarlig skipan og sum partur av størri heimi. Vit viðgera bygnað, arbeiðsbýti, meginreglur fyri fyriskipan, óformliga fyriskipan og broytingar í bygnaði. Starvsøkini og samanhangin teirra millum verða kannað. Starvsfólkið í virkinum, tørvur og lívsvirði hins einstaka, trivnaður og áhugi á arbeiðsstaði eru týðandi tættir í fakinum. Uppgávur hjá leiðsluni, lívsáskoðan og leiðsluhættir hjá leiðarum hava stóran týdning í einari fyriskipan. Eisini koma vit inn á avgerðarhættir, ætlanir og samskifti.